FJALLASÚKKLUFELAGIÐ
Venjing fyri børn og ung
Fjallasúkklufelagið skipar venjingar fyri børn og ung frá 7 til 20 ár.
Vit hava venjingar alt árið innandura og uttandura í fjallasúkkling og BMX.
Vit møta børnum og ungum á tí støði tey eru og førleikamenna í tryggum og jaligum umhvørvi.
Trýst her fyri at síggja meira.
Venjing fyri vaksin
Fjallasúkklufelagið skipar venjingar fyri vaksin 20 ár og eldri.
Vit hava venjingar alt árið innandura og uttandura í fjallasúkkling, BMX, vegasúkkling og styrkivenjing.
Venjingar eru fyri roynd og óroynd og vit skipa javnan introvenjingar.
Trýst her fyri at síggja meira.
Gerst limur
Børn og ung gerast limir fyri 300 kr um árið.
Vaksin gerast limir fyri 600 kr um árið.
Umframt góða venjing og góðan felagsskap, eru tiltøk, felagstúrar og møguleikar fyri ymsum tilboðum.
Trýst her fyri at síggja meira.





