GERST LIMUR

Fjallasúkklufelagið er føroyska ítróttarfelagið fyri fjallasúkkluáhugaði

Kom og plúmma við okkum. Sum limur í Fjallasúkklufelagnum ert tú við til at byggja karmarnar fyri súkklingina. Felagið er í vøkstri, og vit hava stóran tørv á øllum, ið vilja bæði súkkla og hjálpa.

Limagjaldið er í ár 25 kr um mánaðin (300 kr árliga) fyri børn og 50 kr um mánaðin (600 kr árliga) fyri vaksin.

Hjá børnum loyvir tað luttøku í øllum skipaðum venjingum. Vit hava dugnaligar venjarar sum vit støðugt og tilvitað menna. Felagið eigur BMX súkklur sum børn og ung (og vaksin) kunnu lána til venjingarnar.

Hjá vaksnum loyvir tað luttøku í øllum skipaðum venjingum og felagstúrum. Umframt góðar venjingar og túrar við venjara og túrleiðara, bjóðar felagið møguleika fyri avsláttri í limaskapi í Burn til styrkivenjing.

Fyri at gerast limur í Fjallasúkklufelagnum, verður tú biðin um at fylla út teigarnir og trýsta á send. Síðani fært tú fráboðan um at avgreiða limagjald.

Start typing and press Enter to search