BMX venjing fyri børn og ung týsdag og mikudag

BMX venjing mikudag kl. 17 í skatehøllini á Bakkalao

Hvønn mikudag skipar Fjallasúkklufelagið fyri BMX venjing fyri ung og børn í høllini á Bakkalao.  BMX merkir faktiskt Bicycle Motocross, ella súkklu motocross, og er ein lítil súkkla at fresa runt á og gera trix. Vit gera tað slagið av BMX sum eitur freestyle, har vit plúmma, súkkla á rampum og gera alt møgulig stuttlig trix.

Venjingin er í ein tíma kl. 17-18 og síðani er møguleiki fyri at spæla frítt kl. 18-19 har venjarar eru til staðar. Okkara dugnaligu venjarar læra tykkum grundleggjandi førleikar á súkkluni. Fyrst er tað upphiting og førleikavenjing og síðani eru tað spøl og frí súkkling.

Fyri at luttaka krevur tað, at tú ert limur í Fjallasúkklufelagnum, og gjarna eigur eina BMX súkklu. Fjallasúkklufelagið eigur tó 10 súkklur í ymsum støddum, sum børn og ung (og vaksin) kunnu lána. Sjálvt um tú ikki eigur eina BMX kom so við og royn hetta. So kanst tú síggja hvussu stuttligt tað er.

Møtt verður í Skatehøllini mikudag klárt at byrja kl. 17.00. Vit gera eina skipan at melda til, og hon verður tøk í næstum. Um nógv melda til, býta vit venjingina í tvey, soleiðis at onkur venur fyrst og síðani onnur. Hetta geva vit tykkum boð um, um neyðugt.

Týsdagar eru BMX venjingar fyri vand. Øll byrja mikudagar og kunnu síðani avtala við venjararnar at verða við hósdagar.

Venjarar eru Oskar Wilk og Uni Vitalis

Gerst limur fyri 300 kr um árið

Limagjaldið fyri børn í Fjallasúkklufelagnum er 300kr um árið, sum verður goldið í januar og í juli. Við í gjaldinum er luttøka í øllum venjingum sum felagið skipar. Eisini er tá gjørligt at lána BMX súkklurnar sum Fjallasúkklufelagið eigur og sum eru tøkar í høllini á Bakkalao.

Øll eru sjálvandi vælkomin at vera við til felagsvenjingar og royna tað, áðrenn tey tekna seg sum lim. Vit vóna at tit halda tað vera so stuttligt, at tit slett ikki klára at lata vera við at gerast limir.

Limaskapur verður teknaður á við at senda Fjallasúkklufelagnum boð á síðuni undir Gerst limur.

Fjallasúkklufelagið

Start typing and press Enter to search