Fjallasúkklufelagið vinnari hjá monnum í Giant Várkapping 1 og 2

Leygardagin var annað umfar av Giant Várkapping, sum Tórshavnar Súkklufelag skipar fyri. Av teimum 14 súkklarunum sum vóru meldaði til, var ein luttakari frá Fjallasúkklufelagnum. Helgi Winther Olsen hevði leitað sær kappsúkkluna fram.

Í fyrsta umfari av kappingini, ið var 27. februar var Helgi skjótasti súkklari, og skuldi tí byrja sum síðsti maður. Soleiðis verður vanliga gjørt í einkultstarti, har tað antin eru úrslitini frá seinastu kappingin ella ein styrkismeting sum avgerð hvør fer fyrst og síðst. Tað er nokkso snilt, tí so enda øll meira í senn. Einkultstartur merkir, at øll byrja hvør í sær og súkkla hvør í sær.

Helgi súkklaði tað hann átti, og kom aftur hesuferð á mál við skjótastu tíð. Fyri hvørja kapping verða stig givin, soleiðis at vinnarin fær 7 stig, nummar tvey fær 5 stig, nummar trý fær 4 stig osfr. Øll sum luttaka fáa 1 stig. Stigini verða til endans tald saman fyri 4 tær bestu kappingarnar hjá hvørjum, og samlaði vinnarin síðani funnin bæði hjá kvinnum og monnum.

Úrslitini frá kapping 1 og 2 umframt samlaða støðan í kappingarrøðini síggjast her:

Tað hevði verið stuttligt, um fleiri úr Fjallasúkklufelagnum luttóku og stuðlaðu undir tiltøkunum sum føroysku súkklufeløgini skipa fyri. Møguleikarnir eru nógvir og ein kann altíð luttaka fyri stuttleikar.

Kappingar sum verða skipaðar í Sersambandinum fyri Súkkling og Triathlon síggjast í kalendaraum á heimasíðuni hjá sambandinum www.sst.fo.

Nørdatímin

Til tey forvitnu sæst ein samanbering av avrikunum hjá teimum báðum skjótastu súkklarunum, Dáva Magnussen og Helga Winther Olsen. Tað er ein stuttlig samanbering, tí báðir viga stórt sæð tað sama og hava somu máttmátarar (SRAM Quarq) so tølini kunnu samanberast.

Kappingin hjá Helga sæst á Strava her: https://www.strava.com/activities/4980188007.

Í fyrsta grafinum niðanfyri frá Strava sæst ein samanbering, har túrurin hjá teimum verða lagdir omaní hvønn annan. Svarta linjan er tíðin hjá Helga og lillaða linjan er hvussu langt frammanfyri ella aftanfyri Dávur er, tá teir hava súkklað sama tein.  Er lillaða linja yvir, hevur Dávur súkklað skjótari, og er hon undir, hevur Helgi súkklað skjótari.

Tað sæst, at stórt sæð allan vegin frá Plantusøluni í Hoydølum og inn á Kaldbak fyljgast Dávur og Helgi. Hvørja ferð tað er undanbrekka ella gongur á sløttum, vinnur Dávur frá Helga, og hvørja ferð tað er mótbrekka tekur Helgi inn á Dáva aftur.

Tað er ikki fyrr enn teir hava vent í Kaldbak og raka brekkurnar heimaftur, at Helgi tekur munin á Dáva. Dávur sæst enn vinna undan við fáum sekundum á sløttum allan vegin inn á Sund, men í hvørjari brekku frá Sundi og heim, tekur Helgi seg fitt undan Dáva.

Hyggja vit nærri eftir máttmetingunum hjá báðum súkklarunum, sæst frágreiðing til hví Helgi vinnur munin í brekkunum. Hjá báðum sæst munur á sløttum og í brekkum, men hjá Helga er munurin størri. Miðalmátturin fyri alla kappingina er ávikavist 320W hjá Dáva og 328W hjá Helga. Tað er so at siga tað sama og innanfyri neyvheitina á máttmátarunum (uml. 1% sum er 3W her). Men normaliseraði mátturin (NP) sæst at vera meira ymiskur, har hann hjá Dáva er 335W og hjá Helga er 358W. Her skal skiljast, at NP í størri hædd tekur mun fyri tindum í mátti (til dømis ein spurtur), og tá ið tú ikki traðkar (til dømis í undanbrekku). Soleiðis sigur NP samanborið við miðal nakað um, hvussu nógv tú hevur arbeitt omanfyri miðal (hvussu nógv tú hevur sett hart á serliga í styttri tíð). Meira kann lesast um NP her.

Eitt konkret dømi úr brekkuni frá skjótibreytini niðan á Hjalla sæst niðanfyri, har Helgi súkklar brekkuna við 462W í miðal í tíðini 1:14 og Dávur súkklar brekkuna við 359W í miðal í tíðini 1:32. Í hesari brekkuni súkklar Helgi soleiðis uml 130W yvir miðal í 1min meðan Dávur súkklar uml 39W yvir miðal í 1,5min. Tað kann sigast at Dávur súkklar meira javnt og tí heldur NP nærri at miðal, meðan Helgi fær størri mun á NP og miðal, men vinnur 18s.

Er man triathletur ella er man súkklari við einkultstarti sum sergrein, so plagar man at royna at hava miðal og NP so nær at hvørjum øðrum sum gjørligt. Tá kann tað Helgi ger vanliga viðføra at man kódnar aftaná. Um man sum Helgi er vandur kappsúkklari í fjallasúkkling, og kann liggja leingi á einum relativt høgum belastning beint um FTP (functional threshold power) har iltberandi orkuskipanin kann levera orku og síðani kunna fara endurtiknar ferðir væl upp um hetta markið í brekkum langt inn í anaeroba orkuskipanirnar og koma fyri seg aftur, tá kann munurin á NP og miðal eisini gerast størri. Hetta er tó ikki ein uppskrift fyri at súkkla skjótt í einkultstarti, men eitt úttrykk fyri ymiskleikar frá spesifikkari venjing.

Høgur miðalmáttur við lítlum muni millum NP og miðal eigur at vera besta uppskrift til einkultstart.

Start typing and press Enter to search