Jólahugni 2020

Leygardagin 28. novembur 2020 halda vit eitt jólahugnakvøld í Fjallasúkklufelagnum

Fyrst súkkla vit ein túr saman. Og tað er ikki bara einhvør súkklutúrur, nei tað er jólaskattajakt ílatin jólaklæðir og við jólaprýddum súkklum. So finn jólanissutroyggjuna fram, seyma ein reinsdjórabúna til súkkluna, sveipa súkkluna í ljósketur og kom við á skattajakt. Flottasti búni og mest jólapimpaða súkkla fáa góðar vinningar. Hendir tað seg, at veðrið verður ov ringt til at verða úti (tað skal vera rættiliga ringt!), so fara vit í BMX høllina og plúmma í jólaklæðum.

Síðani verður møguleiki at skifta og hugna sær eina løtu, áðrenn vit borðreiða við einum bita og reypa og hugna saman. Endaligt stað fyri mat og hugna verður lýst í næstum.

Skrá

  • kl. 16-18 Hittast í jólaklædningi á jólaprýddari súkklu við Rentabike í býnum til jólaskattajakt
  • kl. 18-19 Møguleiki at skifta klæðir og hugna
  • kl. 19-23 Jólahugni við mati, reypi og øðrum plúmmi

Tilmelding

Árið 2020 gjørdist eitt løgið eitt við corona, sóttarhaldi, frástøðu og øllum illum. Og tað er absolut ikki liðugt enn. Tí halda vit eitt varligt hugnakvøld og avmarka luttakaratalið til 20 glaðar fjallasúkklarar. Tilmeldingin fer fram við at senda mail til felagið á fjallasukklufelagid@gmail.com skjótast til ber.

Kostnaðurin fyri at luttaka er 50 kr sum verður goldið á konto 9865-9889900. Tiltakið er fyri limir í felagnum. Ert tú ikki limur enn, kanst tú tekna teg her https://www.mtb.fo/um-okkum/gerst-limur/

Start typing and press Enter to search