Samanumtikið frá Stravaplúmm í viku 15

Samanumtikið

Mótsatt coronatølunum, so veksur luttakaratalið.  Vit vóru 14 sum tóku av avbjóðingini og súkklaðu runt úti á sjúkrahúsinum til Túnatos. Hetta er so at siga sama tal, sum tá ið vit hildu kappingina á jólum, hóast bara ein brotpartur vóru somu fólk í báðum tiltøkum. Tað er bara stuttligt.

Avbjóðingin hesuferð var at súkkla 5 ferðir runt á lýsta teininum. Fleiri gjørdu hetta meira enn einaferð og sum heild síggjast tað at verða nokkso nógv, sum leggja sær leiðina her framvið av og á. Onkur súkklaði eisini færri enn 5 ferðir, so enn fleiri vóru har. Hesi telja ikki við í lutakastinum, men tey høvdu heilt sikkurt akkurát líka góða løtu á teininum allíkavæl. Einar skundaði sær illa og setti skjótastu tíð og fekk KOM hóast hetta ikki var kapping um tíð. Kanska er hetta bara spakuliga ferðin hjá honum? Hann er øgiligur.

Hetta er ein bæði stuttligur og avbjóðandi teinur, og so liggur hann mitt í býnum. Vit eru heldig at hava so góðar umstøður at súkkla so tætt við okkum og Tórshavn er ein upplagdur býur at súkkla í. Farið eitt sindur av vegnum, og tit finna alskyns møguleikar. Vit royna bæði í venjingum og tiltøkum at vísa tykkum runt á nakrar av perlunum. Í felag kunnu vit allarhelst gera okkara til, at býurin gerst enn betri til súkklu- og rørlslusinnaði.

Páskalutakastið

Av teimum 14 luttakandi  var lutakast um ein deiligan vinning við einum Gómagott páskaeggi, sjokulátubitum, tveimum teposum og ikki minst tveimum Okkara Gullhornið afturvið. Tað var Bartal í Gongini, ið gjørdist hepni vinnarin. Væl fortjent, tí at hann er á veg á súkkluna aftur aftaná at hava gingið við brotnum óstbeini tí ein bilur koyrdi út frammanfyri honum. Hann var sjálvandi varin og vit ynskja altíð at fólk ansa eftir.

Gleðiligar páskir øll somul.

Fjallasúkklufelagið

Start typing and press Enter to search