SST skipar úrvalslegu 3.-4. oktobur

Altjóða oyggjaleikasambandið IIGA hevur tikið støðu til at útseta oyggjaleikirnar sum skuldu verða á Guernsey 2021. SST boðar tó frá, at úrvalsarbeiðið sum var lýst á kunningarfundi mánadagin í hesari vikuni heldur á fram og at nýggj mál verða funnin.

Longu næsta vikuskiftið hevur SST lýst eina venjingarlegu fyri áhugaðir úrvalsíðkarar: https://www.sst.fo/kunning/venjingarlega-fyri-urvalsidkarar-3-4-oktobur/

Fjallasúkklufelagið vil gjarna eggja áhugaðum úrvalsíðkarum at taka lut í venjingarlegunum, sum landsliðsvenjaratoymið stendur fyri.

Lat tað verða sagt, at aðalmálið hjá Fjallasúkklufelagnum er, at vit savnast um súkkling. Vit taka øll í álvara, nýbyrjað og roynd, og at tað eru limirnir í felagnum sum menna samleikan í felag. Tað er líka týdningarmikið at vit súkkla saman og plúmma fyri stuttleikar, sum at vit kappast og skipa góða og mennandi venjing.

Hevur nakar limur hug at royna seg í úrvalsarbeiðinum sum SST (Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon) skipar fyri, so stuðlar Fjallasúkklufelagið hesum av øllum alvi. Sendið boð til sst@sst.fo um at tit ynskja at luttaka, og viðmerki gjarna í tráðnum og spyrji til eitthvørt sum Fjallasúkklufelagið kann hjálpa við.

Gevið gætur, at vit í felagnum hava limir sum luttaka í øllum kappingargreinum undir SST, verið tað seg vegasúkkling, fjallasúkkling ella triathlon.

Start typing and press Enter to search