Stravaplúmm á páskum

Enn er alt avbyrgt og enn eru tilráðingar um at vit øll minka um coronasmittuvanda við at halda frástøðu. OL er flutt til 2021 og onnur stór ítróttatiltøk eru útsett ella avlýst. Tey tiltøk, venjingar og kappingar Fjallasúkklufelagið hevði í bússuni í vár, eru eisini avlýst. Eftir er bara talgildið samleikin, har vit kunnu vera saman hvør í sær. Nógvir eru møguleikarnir, um tað er innandura við zwift og hometrainara, videkonferansum ella hvat fólk finna uppá. Vit hava so roynt Stravaplúmm eina løtu, og tað hevur bara verið stuttligt og undirtøkan góð. Tað er hugtakandi at fólk hvør í sínum lagi við virðing fyri frástøðu hava tikið sær høvið at víst felagskapinum virðing og talgilt og fysiskt luttikið. Kanska eru tað bara lutakastini sum lokka, men tað er eisini ókey.

Vit royna aftur, og hesuferð eitt sindur øðrvísi. Tað snýr seg simpilten um, at súkkla teinin Túnatos 5 ferðir í sama túri í viku 15. Hetta er teinurin sum vit súkklaðu til Vetrarplúmm tiltakið millum jól og nýggjár. Tá luttóku 16 súkklarar, so tað eru í hvussu er 16 sum kenna teinin! Og tá súkklaðu tey flestu  útvið 8-10 umfør, hóast kappingin bara vardi í 35min, so hetta skuldi verið ein yvirkomulig avbjóðing.

Teinurin sæst her:
https://www.strava.com/segments/23335930

Súkklar tú teinin uttan at skráseta við gps teldu, so send okkum eini boð (send boð til Dánjal ella Helga) og sig at tú súkklaði. Tak gjarna eina mynd av tær sjálvum um tú hevur hug og send okkum.  Tað hevði verið stuttligt um fleiri enn 20 royna seg. So boða gjarna øðrum frá. Sjálvandi við virðing fyri frástøðu. Og ansið eftir tykkum sjálvum. Rutan er ikki torfør og vit ynskja ikki at belasta nakra sjúkrahústænastu, so geri tað fyri stuttleikar og fyri felagskapin – saman hvør fyri sær.

Lutakast verður um ein góðan vinning aftur hesuferð. Tess fleiri sum royna seg, jú lekkrari verður lutakastvinningurin.

 

Start typing and press Enter to search