Summarplúmm 2020 #1

Summarplúmm 2020

Summarplúmm er fyri øll (vaksin 17 ár og eldri). Vit drøna runt á fjallasúkklu á einari stuttari rutu sum fyrst og fremst er stuttlig. Tú hevur møguleika at møða teg og súkkla kapp ella tú súkklar róliga runt á rutuni saman við øðrum. Aftaná hvørt plúmmtiltak hugna vit við onkrum leskiligum.
Fyrsta Summarplúmm tiltakið verður mikukvøldið 1. juli.

Tilmelding

Tilmeldingin til tiltakið er á hesari slóðini:
Kostnaðurin fyri luttøku er 20kr sum verður goldið í pengakrukkuna við startin.

Skrá

18.30 Skráseting og gjald
18.40 Rutan verður framvíst í felag
19.00 Plúmmið byrjar sjarp
19.40 Plúmið liðugt
19.45 Okkurt leskiligt og hugnaligt túnatos

Ruta

Nógv kenna rutuna við Eirargarð sum Túnatos. Niðanfyri sæst hon á korti og við leinkju til kort og Strava.
Vit síggjast
Fjallasúkklufelagið

Start typing and press Enter to search