Hervið verður ársaðalfundurin 2021 lýstur til hóskvøldið 28. januar kl. 20.00-21.00 í hølunum hjá Faroe Law, Magnus Heinasonargøta 10, 100 Tórshavn.
Støðan við corona ger, at vit fyrireika at fundurin verður hildin online. Loyvir støðan, at vit kunnu halda hann fysiskt saman í tryggum umstøðum gera vit tað. Vit fara at biðja limir um at melda til umvegis Holdsport ella við at senda mail til mtb@mtb.fo.
Fundurin er fyri limir í felagnum. Viðmerk í teldupostinum, um tú ynskir at tekna teg, ella fylg slóðini “Gerst limur” á heimasíðuni.
Við kvøðu
Fjallasúkklufelagið