FM kappingar í fjallasúkkling fyri vaksin

Fýra FM kappingar verða næstu vikurnar.

Vikuskfitið 10.-12. septembur verða fyrst tær tríggjar styttru greinarnar og síðani vikuskiftið eftir verður langteinakappingin.

Kunning um kappingarnar við skrá og tilmelding er á heimasíðuni hjá Sersambandinum fyri Súkkling og Triathlon. Tit kunnu trýsta á heitini omanfyri, sum eru slóir til kappingarnar.

Ynskir tú at fylgja við, hvørjar kappingar eru í árinum, so eru tær lýstar kappingarkalendaranum hjá Sersambandinum fyri Súkkling og Triathlon (SST). Vit hava sjálvandi tiltøk í felagnum eisini, bæði smákappingar, venjingar og hugnatiltøk. Hesi verða fyrst og fremst lýst á Holdsport, sum er samskiftipallurin hjá limum í Fjallasúkklufelagnum.

Hevur tú hugskot til tiltøk vit eiga at gera í Fjallasúkklufelagnum og hevur tú hug at hjálpa við at standa fyri teimum, so heit á okkum á mtb@mtb.fo.

Fjallasúkklufelagið

Start typing and press Enter to search