Fyrsta Undanbrekka í full speed á kassan

Súkklustuttleiki stóð á skránni, tá ið Fjallasúkklufelagið 8. mai 2021 á fyrsta sinni skipaði eitt Undanbrekku tiltak. Fjallasúkklarar í brynju og verju í full speed oman gjøgnum fjallasúkklubreytina við Vesturvarða, rópandi áskoðarar, sól og vindur.

Kappast var í undanbrekku súkkling hjá ungum og vaksnum. Fjallasúkklubreytin, sum felagið hevur bygt, var karmur um súkkliteininin. Byrjað var við toppin á breytini við sjálvan Vesturvarða og súkklað varð allan vegin oman eftir breytini inntil hon kemur út á slætt 300 m seinni. Ymsu forðingarnar á breytini og vindurin sum var upp móti 8-10 m/s gjørdu sítt til, at súkklararnir høvdu í at gera við at stýra seg trygt og skjótt oman.

Av mongu fólkunum, ið vóru framvið og hugdu, luttóku 12 í Undanbrekku kappingini í meðan fleiri royndu súkklur og fjallasúkklubreytina uttanfyri kappingina. Kappingin varð skipað soleiðis at súkklast skuldi tvær ferðir oman og at samlaða tíðin fyri bæði umfar taldi í kappingini. Deilt var í tveir bólkar, har ung og vaksin kappaðust fyri seg.

Úrslitini síggjast á webscorer og niðanfyri.

Undanbrekka ung

Ungu úlvarnir ótu grót og runu til morgunmat og fresaðu avstað. Tað er eyðsýnt bara ein spurningur um stutta tíð, áðrenn teir fara at arga eldru gubbarnar og læra teir at súkkla. Stutt tíð var í millum teir og allir súkklaðu teinin innanfyri 8 s á muni í skjótastu tíð. Tá ið avtornaði, vóru bara 0,6 s millum teir báðar fremstu Páll Øssur Rein og Róar Hanusarson. Tað er so at siga eingin munur. Páll Øssur vann sær munin í fyrsta umfarið, har hann var eitt vet skjótari enn Róar, í meðan Róar bara hevði o,2 s millum sínar báðar royndir og var skjótari enn Páll Øssur í øðrum umfari. Patrick Mike Muller, Olivur Koba, Hørður Herason og Ári Rúnason vóru allir ájavnir í tíð, og Patrick var í sínum øðrum umfari so skjótur at hann legði undan hinum og bara var 3 s aftanfyri Róar sum hevði skjótastu tíð. Við hesum endaði hann eisini á einum samlaðum triðja plássi. Bara dreingir vóru við. Hetta er ein ítróttur, har tað ikki er stórur munur á gentum og dreingjum, so tað hevði verið stuttligt at fingið gentur við uppí eisini.

Umfar 1 Umfar 2 Samlað
Páll Øssur Rein Fjallasúkklufelagið 2008 0:57,3 0:59,1 1:56,4
Róar Hanusarson Fjallasúkklufelagið 2006 0:58,4 0:58,6 1:57,0
Patrick Mike Muller Fjallasúkklufelagið 2006 1:04,4 1:01,9 2:06,3
Olivur Koba Fjallasúkklufelagið 2006 1:06,6 1:05,7 2:12,4
Hørður Herason Fjallasúkklufelagið 2007 1:11,6 1:05,7 2:17,4
Ári Rúnason Fjallasúkklufelagið 2006 1:05,3 1:24,8 2:30,2

Undanbrekka vaksin

Hjá teimum vaksnu var kappingin eisini tøtt og merkt av fjølbroytni. Undanbrekka sum kappingargrein er serstøk súkklugrein, sum krevur sítt av bæði súkklara og útgerð. Hóast føroyskir súkklarar hava fingist við hetta og kappast í útlandinum, er hetta á fyrsta sinni, at teir hava flexað í Føroyum. Uni Vitalis vísti síni evni millum danskar súkklarar og gjørdist triðskjótastur samlað í donsku undanbrekkukappingin í 2019. So tað er nokk uppá tíðina at vit fáa hendan ítróttin skipaðan í Føroyum.

Uni legði eisini frá landið við skjótastu tíð á fyrsta umfari, men sum hjá teimum ungu var munurin til annaðplássið bara skallut 0,5 s. Helgi Winther Olsen er royndur fjallasúkklari og hevur eisini kappast kring heimin og í Danmark á hægsta støðið, men í olympisku fjallasúkklingini har tú bæði súkklar í undanbrekku og mótbrekku. Spenningur var tí til annað umfar, har Uni tó vísti hvat skuldi til og økti munin. At hetta nú nokk er ein spurningur um, at breytin ikki er so avbjóðandi enn, var eyðsýnt fyri tey ið hugdu, og sóu Oskar Wilk á triðja og Tummas Óla á fjórða plássinum flúgva um ting sum bara undanbrekku súkklarar duga. Vit kunnu við vænta at tíðarmunurin fer at økjast sum undanbrekkubreytirnar fara at hava fleiri avbjóðingar. Tað er tó stuttligt, at breytirnar altíð hava møguleikar, soleiðis øll kunnu vera við og kunnu súkkla uttanum tað torførasta.

Umfar 1

Umfar 2

Samlað

Uni Vitalis Fjallasúkklufelagið 1997

0:43,5

0:42,0

1:25,4

Helgi Winther Olsen Fjallasúkklufelagið 1980

0:43,9

0:45,3

1:29,3

Oskar Wilk Fjallasúkklufelagið 1991

0:46,6

0:45,6

1:32,2

Tummas Óli E. Olsen Fjallasúkklufelagið 1994

0:49,3

0:47,6

1:37,0

Dávur Magnussen Tórshavnar Súkklufelag 1995

0:49,6

0:48,7

1:38,3

Palli Midjord Fjallasúkklufelagið 1972

0:57,3

0:59,1

1:56,4

Arnfinnur Helmsdal Føroya Triathlonfelag 1970

1:03,1

1:02,8

2:06,0

Start typing and press Enter to search