Undanbrekka – ein stuttlig kappingarrøð fyri vaksin og ung

Leygardagin 8. maj skipar Fjallasúkklufelagið fyri einari kapping í undanbrekku. Tað merkir, at tú byrjar ovast í einari brekku, og síðani skundar tær alt tú eigur og dugir oman til endan av henni. Tú skalt gera hetta tvær ferðir og tann samlaða tíðin fyri báðar ferðirnar telur í kappingini. Vinnarin er tann, sum hevur skundað sær mest. Tú kappast sjálvandi móti hinum sum eru við, men tú kanst eisini kappast móti tær sjálvum, og vita um tú klárar at súkkla skjótari aðru ferð enn fyrstu ferð.

Vit ætla, at hetta skal vera ein hugnaligur dagur, har møguleiki er at hugna sær við fjallasúkkling. Tað er vani í undanbrekku kappingum, at súkklarar royna rutuna eina góða løtu áðrenn byrjan og venja seg við rutuna, síðani kappast, og so at enda hanga út og hugna sær saman. Tí verður skráin sum sæst niðanfyri:

10.00 Møtt verður til súkklukekk og breytarskáan. Møguleiki er at venja á breytini.

12.00 Kapping fyri vaksin byrjar
13.00 Kapping fyri vaksin liðug

13.00 Kapping fyri ung byrjar
14.00 Kapping fyri ung liðug

14.00 Grill, tónleikur og hugni og møguleiki hjá øllum at súkkla víðari og spæla
18.00 Vit pakka saman

Gevið gætur, at  so skjótt kapping er liðug (uml kl. 14), er opið á breytini fyri vaksnum og børnum sum ikki hava kappast at royna seg á breytini. Venjarar eru til staðar at hjálpa við ymsu avbjóðingunum á gøtuni, og til ber eisini at súkkla alla breytina og taka tíð. Minnist til at krav er um verju!

Kappast verður í hesum aldursbólkum:

U13 – fødd 2009 og 2010
U15 – fødd 2007 og 2008
U17 – fødd 2005 og 2006
U19 – fødd 2003 og 2004
U23 – fødd 1999 til 2002
Opin – fødd 1998 og fyrr

Nærri lýsing og tilmelding er á heimasíðuni hjá Sersambandinum fyri Súkkling og Triathlon. Vitjið heimasíðuna á slóini niðanfyri.

https://www.sst.fo/kalendari/mtb-undanbrekka-1-2021/

Start typing and press Enter to search