Fjallasúkklufelagið er føroyska ítróttarfelagið fyri fjallasúkkluáhugaði

Um okkum
Vit, ið hava stovnað felagið, hava gjørt tað av reinum áhuga og við tí vón, at nógv fara at taka undir tiltakinum og stuðla so gott til ber.   Tvinnandi ynski eru kjarnan í ítróttarfelagnum, og felags fyri bæði, er brennandi áhugin fyri fjallasúkklingini.

Fyrsta ynskið er at savna og samskipað arbeiðið, ið verður gjørt fyri føroyskari fjallasúkkling. Fjallasúkkling er nýggj í Føroyum og møguleikarnir eru nógvir. Vit skulu finna egnaðar gøtur, seta upp reglur fyri hvussu vit bera okkum at í náttúruni, skipa tiltøk og sum heild skapa karmar. Við at vit standa saman í felag, standa vit sterkari og kunna menna fjallasúkklingina sum uppliving.

Annað ynskið er at skipa fjallasúkklingina sum kappingarítrótt. Stuttleikakappingar, barna-kappingar, FM-kappingar og altjóða kappingar. Tað krevur miðvíst arbeiði at skapa góða venjingar og kappingarmentan. Vit ætla at skapa karmar um venjing og kapping, ið bæði loyvir og tilelvir øllum at røkka teirra málum. Fyrsta trinið hjá okkum øllum er, at vit stuðla undir felagsvenjingum og kappingum.  

Gerst limur

Kom og plúmma við okkum. Sum limur í Fjallasúkklufelagnum ert tú við til at byggja karmarnar og lyfta súkklingini. Felagið er í vøkstri, og vit hava stóran tørv á øllum, ið vilja bæði hjálpa og súkkla.

Hjá børnum kostar tað 25 kr um mánaðin (300 kr árliga), sum loyvir luttøku í øllum skipaðum venjingum. Vit hava dugnaligar venjarar sum vit støðugt og tilvitað menna. Felagið eigur BMX súkklur sum børn og ung (og vaksin) kunnu lána til venjingarnar.

Hjá vaksnum kostar tað 50 kr um mánaðin (600 kr árliga), sum loyvir luttøku í øllum skipaðum venjingum og felagstúrum. Umframt góðar og skipaðar venjingar við venjara og túrleiðara, bjóðar felagið eisini limaskap í samstarvi við Burn til styrkivenjing.

Fyri at gerast limur í Fjallasúkklufelagnum MTB.fo, verður tú biðin um at fylla út teigarnir og trýsta á send. Síðani fært tú fráboðan um at avgreiða limagjald.

Ber teg rætt at

Tá ið vit súkkla, er avgerandi at vit bera okkum rætt at. Tú skalt altíð hugsa teg um, soleiðis at tú ikki setur teg sjálvan ella onnur í vanda og at tú ikki gert teg inn á umhvørvið tú súkklar í.

  1. Fylg ferðslureglunum!
  2. Nýt passandi ljós, soleiðis at tú bæði sært og verður sæddur!
  3. Møtir tú onkrum, ið kemur móti tær á trongum vegi, so set ferðina niður og far spakuliga og trygt framvið. Minst til, at sjálvt um tú heldur teg hava stýr á ferðini, so er ikki víst, at tann, ið kemur móti tær heldur tað sama.
  4. Kemur tú aftanífrá inn á onkran, so ansa eftir, at tú ikki hvøkkur tey. Set ferðina niður, ring við klokkuni og boða frá, at tú ætlar framvið.
  5. Minst til at heilsa pent og siga takk tá tú fert framvið.
  6. Ger tær klárt, áðrenn tú fert í hagan at súkkla, um tað er loyvt at súkkla har og um har er friðing av fugli og náttúru.
  7. Súkkla ikki gjøgnum bøin í haganum, men halt tær á teimum gongu og rossagøtum, ið finnast.
  8. Tú mást ikki í sjálvræði byggja gøtur í haganum. Hevur tú hugskot til gøtur, so vend tær til Fjallasúkklufelagið MTB.fo. Tá kann felagið venda sær til røttu mynduleikarnar.
Nevndin

Nevndin er skipað soleiðis

Formaður Helgi Winther Olsen
Næstformaður Kári Davidsen
Nevndarlimur Dánjal á Rógvi Davidsen

Start typing and press Enter to search